Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Týsdagin 6. september 2016 frá kl. 13.00-15.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri teg, sum ert sjúk/ur av krabbameini. Vit hittast í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og ávirka alla tilveruna, viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á tí, sum bylgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.

Um tú ert áhuga/ur at luttaka, vinarliga boða frá á tlf. 315979 ella á teldupost kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi mánadagin 5. september 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo