Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tann í Føroyum millum mong so vælkendi Preben Jack Petersen er deyður eftir stutta sjúkralegu. Hesum boðar familjan frá.

Preben hevur seinastu árini serliga fingist við at rikið ferðavinnumiðilin Travel People, men hevur áðrenn tað eisini fingist við aðrar miðlar, eitt nú Stand By, sum hann var við til at stovna, eins og hann hevur starvast sum korrespondentur hjá Jyllandspostinum og Danmarks Radio. Hann byrjaði starvsleiðina í 1954 á Ærø Folkeblad í Marstal.

Preben Jack Petersen var viðhvørt umstríddur, hann var tað summi kalla ein "self-made-man", tí hann vaks upp uttan pápa. Hann skrivaði oftani um føroysk viðurskifti, og hevði eisini fleiri vinfólk í Føroyum, umenn hansara pennur stundum prikaði onkran meira enn onkran annan.

Preben Jack Petersen bleiv 84 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo