Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fram til ólavsøku fer Prentmiðstøðin at prenta bløð og annað, men so eftir ólavsøku verður lykilin snaraður um.

Tað frættir VP.

Stóru eigararnir í Prentmiðstøðini eru Nema og Miðlahúsið/Sosialurin.

Prentmiðstøðin hevur sum fast prentað avísirnar Sosialin, Dimmalætting og Norðlýsið.

Tað er eitt sindur ógreitt hvør orsøkin er til at Prentmiðstøðin gevst.

Seinasti roknskapur sum er komin inn er fyri 2019. Hann vísti hall uppá góðar 400 túsund krónur. Men ongin skuld er, og eginognin er góðar 4 milliónir, so felagið er væl fyri á pappírinum, men raksturin kanska eitt sindur tungur onkur ár. Eisini er áognin hjá skuldarum minkað, so tað er onki sum bendir á, at kundarnir ikki gjalda sínar rokningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo