Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fólkakirkjan: - Uppgáva tykkara sum hirðar hjá kirkjuliðunum er í roynd og veru avmarkað. Neyðugt er at minnast til, at hjá einum presti er uppgávan ikki allur heimurin, ella alt Føroya land.

- Nei, tykkara uppgáva er tykkara egna prestagjald. Tað er har, ið tit skulu virka við orðsins boðan, og annars vera um kirkjuliðið í umsorgan og røkt.

Nakað soleiðis segði Jógvan Fríðriksson, bispur í heilsan síni til teir báðar nýggjastu prestarnar í Fólkakirkjuni, sum vórðu prestvígdir við hátíðarliga gudstænastu í Dómkirkjuni sunnudagin.

Henda dagin vóru Øssur Kjølbro og Jákup Erlingsson Petersen prestvígdir til tænastur í ávikavist Eiðis prestagjaldi og í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Og tað var í hesum sambandi, at bispur vísti á tað landafrøðiliga arbeiðsøkið hjá prestunum.

- Tit skulu fyrst og fremst hugsa um tykkara egna prestagjald. Tað eru eg sum bispur og Uni Næs sum dómpróstur, ið hava alt Føroya land sum sítt arbeiðsøki, legði Jógvan Fríðriksson dent á.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo