Frammi í Haga (Presthagi) í Kvívík hevur higartil besta harutúrin í ár við 77 harum. Tað fingu 11 mans 2. november, tá loyvt bleiv at skjóta, sambært heimasíðuni haran.fo.
Sambært somu síðu eru higartil í ár skotnar 337 harur á tilsamans 17 túrum.
Sigast skal, at tølini skulu takast við fyrivarni, tí harumenn skráseta túrarnar sjálvir, og ikki allir skráseta túrarnar beinanvegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo