Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Niels Høiby, professari á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at AstraZenica vaksinan í sjálvum sær ikki er vandamikil. Blóðtøpparnir koma av, at vaksinan verður givin á skeivan hátt.

- Koronavaksinan skal sprænast djúpt inn í musklarnar – intramuskulert, eitur tað á fakmáli. Tað merkir, at húðin verður spent út áðrenn prikað verður, og fyri at tryggja, at sprænt ikki verður inn í eina æðr, so skal nálin hálast nakað útaftur fyri at tryggja, at onki blóð rennur út. Hendir tað, velur mann eitt annað stað at prika í, sigur professarin.

Professarin sigur seg kunna staðfesta, at tað ikki verður rætt framfarið í øllum førum. Hetta kann geva álvarsligar fylgjur, tí um nálin skaðar æðrarnar, so kann vaksinan fara beint í blóðið og álvarsliga skaða eitt nú hjørtu og lungur.

Herfyri skrivaðu donsku bløðini um ein tannlækna, sum noktaði at taka ímóti vaksinuni, tí hon helt ikki, at starvsfólkini dugdu at vaksinera.

Sum tannlækni visti hon sjálvandi, hvussu sprænast skuldi inn í muskulin.

Ein lækni varð tilkallaður, sum gav henni rætt. Sjúkrasysturin gjørdi tá vart við, at hetta hevði hon ikki lært.

Málið endaði hjá Styrelsen for Patientsikkerhed.

Professarin vísir eisini á, at tað sama er hent við øðrum vaksinum, og tí er tað sannlíkt, at tað ikki er nakað brek við vaksinuni, men hon verður í ávísum førum ikki rætt givin.

So er spurningurin, um tey, ið veita vaksinuna í Føroyum, hava fingið røttu frálæruna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo