Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti í kvøld einmælt eina prinsippavtalu, ið sum frálíður fer at slóða fyri at seta gongd á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, býráðsumsitingin kann øll sum hon er flyta inn í Sjóvinnuhúsið – og kommuan yvirtekur gamla studentaskúlan í Hoydølum.

Síðani Skúlin á Fløtum flutti úr bygningunum á Frælsinum hevur samskifti við millumbilum verið millum Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri um, hvat bygningarnarnir á Frælsinum, ið eru samogn millum landið og kommununa, skulu brúkast til. Partur av hesum samskifti hevur snúð seg um skúlabygningin í Hoydølum, ið somuleiðis stendur tómur.

Í eini roynd at finna eina loysn á fleiri avbjóðingum undir einum, eru Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið komin ásamt um at leggja fram eina makaskiftisloysn, ið loysir hølistrupulleikarnar hjá bæði landsmyndugleikunum og kommununi og letur upp fyri, at sjøtul kann setast á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Fróðskapasetur Føroya heldur í dag til í fleiri bygningum, eitt nú í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Ein ætlan um at savna Fróðskaparsetrið í einum campus-øki á Frælsinum hevur leingi verið í umbúna. Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu á einum stað.

Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.

Tórshavnar kommuna eigur 40% av bygninginum og økinum á Frælsinum, og landið eigur hini 60 %. Harumframt eigur Tórshavnar kommuna alla lon 4, ið er sambygd restina av bygningunum á Frælsinum.

Í eini avtalu, ið samstundis er ein makaskiftisavtala, er ætlanin at lata landinum ognarrættin á teimum 40% av samognini á Frælsinum umframt alla lon 4, móti at kommunan fær gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum, og at kommunan samstundis gerst leys av einum gávulyfti, ið Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi til víddar umleið 50.000 m² til nýtt Fróðskaparsetur í Marknagili.

Avtalan inniber somuleiðis, at Fróðskaparsetrið fer úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi við ársenda 2024. Fíggjarnevndin samtyki í morgun eitt tilmæli um at taka undir við fyriliggjandi uppskoti til prinsippavtalu millum kommununa og landsstýrið. Hetta varð somuleiðis einmælt samtykt av býráðnum í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo