Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

SEV hevur júst kunngjørt prís ásetingina til at løða el bilar, bæði heima, og á almennu løðistøðunum. Soleiðis sum gjøldini nú eru ásett, er hetta eitt stórt afturstig í at fáa Føroyingar at gera lopið frá bensin og diesel, yvir til el bilar.

Vit sum eiga el bilar, og tey sum hava áhuga í hesum, hava leingi bíðað eftir at SEV fór at koma við prísunum fyri løðing. SEV kom við eini roynd í endanum av mars í fjør, men drógu tá í land aftur. Men tað SEV kemur við nú er ikki nakað serliga betri, og ikki tykist tað sum at SEV hevur tikið nógv av atfinningunum, sum vóru frammi tá, til sín.

Prísirnir á almennu løðistøðunum eru dýrar, serliga um vit samanbera við bensin, fyri ikki at nevna diesel. Í besta føri, um ein el bilur skal løða til tað sum svarar til at kunna koyra um 100 kilometrar, soleiðis sum prísirnar eru ásettir nú, kemur tað at kosta um 63,- kr, um mann brúkar 50 kW DC løðing. Ein bensin bilur sum koyrir um 15 km uppá liturin (nógvir bilar koyra væl meira enn tað uppá liturin), kostar um 53 kr fyri sama strekki. Tað vil siga tað er um 10 kr bíligari við 100 km koyring at nýta ein bensin bil kontra ein el bil. Hvør fer tá at velja at skifta yvir til ein el bil?

SEV sigur í tíðindaskrivið 22. September at: “Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta val til løðing av elbilum” og at “Minuttprísurin er ásettur fyri at tryggja, at fólk ikki lata bilin vera knýttan at løðistøðini óneyðuga leingi, og harvið forða øðrum at sleppa framat.” Men við hesum príspolitikki hevur SEV tryggja at øll tey sum ikki kunnu løða á annan hátt enn við almennu løðistøðirnar, ella mugu brúka almennu løðistøðirnar oftani, ikki kunnu fáa sær el bil. Hetta eru flestu teirra sum búgva til leigu og ella koyra nógv.

Heimaløðing er tað sum SEV vil hava fólk at nýta. Lagt er upp til at tað ber til at keypa bíligari streym til el bilar og hitapumpir. Men tað er ein sjónhvørving. Fyri at kunna løða bilin heima nú, krevst fyrst 1200 kr um árið í leigu av løðara. Omaná kemur kWt gjaldi av tí mann brúkar til løðingina. Um tú ætlar at fara eftir bílarari el prísin eru fleiri krøv tú mást uppfylla, millum annað nær tú løðir bilin og at SEV skal sleppa at regulera løðingina. Áðrenn tað, skalt tú gera íløgu í nýggjan málara, og tú skal gjalda alt frá okkurt um 5-10.000 kr í el-arbeiði og tilfar.

Við hesum útspæli frá SEV, loyvi eg mær at hugsað, um SEV í veruleikanum, yvirhøvur eru áhugaði at vera við, til at fáa Føroyingar at flyta yvir til el bilar. Tað verður als ikki hugsa samhaldsfesti her, á tann hátt, at øll sum ætla at ogna sær bil, ikki kunnu loyva sær økonomiskt, annað enn ein bensin ella diesel bil. Tað er harmiligt, tí har eru loysnir sum kunnu vera til gagns fyri bæði SEV og elbila-eigarin, og alt Føroyafólkið í longdini, um vilji er til tað. Eitt er vist, vit el bila eigarar vilja gjalda fyri streymin vit brúka, men tað má vera til ein prís sum er bæði rætvís og eggjar til at skifta til el.

Nú er bara eftir at spyrja: hvar er tað politiska valdi og visióninar á hesum økinum? Skal tað verða møguligt hjá tí vanliga borgaranum, frá tí lesandi til tann sum býr til leigu í eini kjallara íbúð, útoyggjafólk við bili á aðrari oyggj osfr., at kunna gera sítt til at flyta frá bensin og diesel?

Justin Philbrow, Toftir 23. Sep. 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo