Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Brúkaraprísirnir fyri triðja ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til annan ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør.

Í mun til annan ársfjórðing er brúkaraprístalið økt 0,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 0,2 prosent.

Brúkaraprístalið er sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Av hesum 12 vøru og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, samskifti, hotel og matveitarar og heilsu minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo