Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høgi prísvøksturin seinastu tíðina hevur sera stóra ávirkan á lívikorini hjá fólki. Tað eru tey við teimum lægstu inntøkunum, sum verða lutfalsliga harðast rakt. Gerandisvørurnar eru dýrkaðar nógv, og methøga príshækkanin fyri brennievni rakar ómetaliga hart.

Hetta er ein støða, sum kemur uttanífrá, og fólk hava ikki havt møguleika at vart seg fyri hesum. Tey hava onga ávirkan á støðuna og ei heldur møguleika til sjálvi at koma sær úr støðuni.

Tað hava verið nógvar røddir frammi um at seta tíðaravmarkað hjálpartiltøk í verk fyri at tryggja livikorini hjá fólki og at fyribyrgja fátækt. 

Tí havi eg sett landssyrismanninum nakrar spurningar um hvørjum landsstýrið arbeiðir við fyri at minka um avleiðingarnar av inflasjónini, til tess at sosiali ójavnin í landinum ikki økist.

- Hvussu metir landsstýrismaðurin, at hækkandi prís- og kostnaðarstøðið ávirkar húsarhaldini í Føroyum?

- Hvørjum hjálparátøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at bøta um støðuna hjá teimum, sum verða hart rakt av inflasjónini, t.d. teimum nógv hækkandi prísunum á m.a. brennievni og matvørum?

- Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum, sum bert hava fólkapensjón, fyritíðarpensjón ella almannaveiting at liva av?

- Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum við lægstu inntøkunum?

- Eru serlig hjálparátøk ætlað sperdum barnafamiljum?

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo