Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ungdómstingið samtykti 8. februar 2022 uppskot um “privatbúskap sum lærugrein í 9. Flokki”.

Í viðmerkingunum til uppskotið skrivaðu tey m.a. soleiðis:

“Undirvíst skal vera í renturokning, hvat eitt lán er og tí besta mátanum at gera, tá talan er um lán, uppsparing og hvussu umráðandi tað er at hava eina uppsparing, hvat fakfeløg eru, skattur, íløgur, partabrøv, fígging, fíggjarætlan o.t. Ætlanin er, at ein bók verður skrivað, soleiðis at vit kunna tryggja, at allir 9.flokkar verða undirvístir í tí sama, og at lærugreinin ikki verður misnýtt.”

Tað er gott at ungdómurin sýnir áhuga fyri privatbúskapi, men hinvegin spell, at tey hava sett seg ov illa inn í tingini.

Hevði umboð fyri Nám verið kallað inn til Mentanarnevndina hjá Ungdómstinginum, kundu uppskotsetararnir fingið at vita, at bæði námsætlanirnar fyri Samfelagsfrøði og Støddfrøði krevja privatbúskap. Báðar hesar lærugreinar eru kravdar í hádeild fólkaskúlans.

Samfelagsfrøði og støddfrøði krevja privatbúskap
Í námsætlanini fyri Samfelagsfrøði stendur soleiðis skrivað:

“Privatbúskapur og arbeiði” snýr seg um at læra næmingarnar at handfara pengar, m.a. at skilja týdningin av inntøku, uppsparing, rentu, lántøku o.tíl. Somuleiðis læra næmingarnir at skilja samanhangin millum útbúgving og inntøku, umframt leiklutirnar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Eisini eigur dentur at verða lagdur á fortreytirnar hjá ymiskum húsarhaldum, eitt nú við atliti at fátækadømi.

Í námsætlanini fyri Støddfrøði stendur soleiðis skrivað fyri 9. floksstig:

“Støddfrøði í brúki”. Næmingurin dugir

- at velja roknihátt, nýta prosenthugtakið og nýta býtisrokning í ymiskum høpi

- at umhugsa fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum so sum keyp, ferðing, løn og skatt

- at umrokna frá okkara peningi til fremmant gjaldoyra og øvut, umframt at umrokna ímillum fremmand gjaldoyru

- at savna, meta um og brúka dátur í støddfrøðiligum høpi, at skipa og bólka upplýsingar (einkultar og bólkaðar eygberingar) og at finna miðaltal, miðju og mestið

- at kenna rentuhugtakið og duga einfalda renturokning t.d. av innistandandi peningi og láni og í sambandi við keyp við gjaldsfreist

- at arbeiða við einfalda teingjan og líkindarokning

- at nýta teldu til kanning, útrokning og framløgu.

Nógv tilfar finst ella er á veg
Bæði í støddfrøði og samfelagsfrøði er tilfar tøkt ella á veg, ið kann brúkast til undirvísing í privatbúskapi.

Í “Støddfrøði 9”, sum væntandi kemur út næsta ár, er ein kapittul um persónlig fíggjarviðurskifti. Yvirskriftir: Løn, skattur, fíggjarætlan, roknskapur, lán, uppsparing, renta, kredittkort. Eisini í eldri støddfrøðibókum hava verið heilir kapitlar um pengar og búskap (penge og økonomi).

Í teimum trimum samfelagsfrøðibókunum, ið komu út frá 2017 til 2019 er somuleiðis tilfar, ið hevur við privatbúskap at gera. “Samfelagið - og vit” hevur eitt heilt kapittul, ið nevnist “Brúkarasamfelagið”, ið fevnir um vørur, brúk, livikor, keyp og sølu. Harumframt er eitt kapittul, ið nevnist “Arbeiði og útbúgving”, ið fevnir um arbeiði, íverksetan og útbúgving. Tilfarið í “Samfelagið – eg og vit øll” er gaman í meiri tjóðbúskaparligt, men hevur eisini tvey áhugaverd kapittul: “Búskapur – meiri enn bara pengar” og “Føroyskur búskapur og vælferð”, har m.a. verður komið inn á pengar, handil, prís, arbeiðsmarknað og vælferðarskipanir.

Við øðrum orðum finst longu nú tilfar, ið kann brúkast í undirvísing um privatbúskap.

Tvørfaklig undirvísing í privatbúskapi?
Tó kundi verið eitt hugskot, at støddfrøði- og samfelagsfrøðilærarar í størri mun samskipaðu hesa undirvísing, soleiðis at næmingarnir læra um privatbúskap samstundis í samfelagsfrøði og støddfrøði. Enn betur hevði verið, um hendan undirvísing partvíst var tvørfaklig. Her eru eisini nakrar siðvenjur, ið mugu sameinast.

Sostatt kundi borið til at fingið skipaða undirvísing í privatbúskapi, uttan at skula leggja eyka undirvísingartíð inn í ta trongu tímatalvuna.

Tað vantar tó heilt víst undirvisingartilfar, ið kundi sameint privatbúskap við tilfari bæði úr samfelagsfrøði og støddfrøði. Nám kundi framleitt ein bókling um evnið – kanska við sparring frá peningastovnunum.

Harumframt er tørvur á didaktiskum skeiðum, ið lata lærarar í til at undirvísa tvørfakliga í privatbúskapi. Ikki allir lærarar hava nóg gott yvirlit yvir hetta fakøki, og tí er undirvísingin í privatbúskapi sum skilst rættiliga misjøvn.

Á Miðnámi er nógv tilfar um privatbúskap
Afturat øllum hesum skal nevnast, at í nýggju samfelagsfrøðibókini til C-stig (1.s.) er nógv tilfar um privatbúskap. Næmingar í 9. flokki, ið kenna seg sviknar viðvíkjandi undirvísing í privatbúskapi, kunnu sostatt læra hetta á miðnámi. Serliga eru tveir kapitlar í samfelagsfrøðibókini áhugaverdir:

- “Vælferðin hjá húsarhaldinum”, ið m.a. snýr seg um almenna/privata vælferð, persónligu fíggjarætlanina, lántøku, uppsparing/íløgur, skatt/gjøld, frádráttir/stuðul og trygging.

- “Avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum”, ið m.a. snýr seg um arbeiði (týdning/tørv), arbeiðsmarknaðin, barnsburð, svart arbeiði, gávur, sosiala dumping, transitión og framleiðslutættir.

Harumframt er Nám í ferð við eina samfelagsfrøðibók til B-stig, har tilfarið byggir víðari á tilfarið frá bókini til C-stig, m.a. kapitalarnir “Partarnir á arbeiðsmarknaðinum” og “Vælferðarsamfelagið í broyting”.

Næmingarnir verða sostatt ikki við sviðið soð. Stórt arbeiði hevur verið gjørt við at fáa tilfar til vega um privatbúskap.

Nú ræður um eisini at menna siðvenjuna at undirvísa í hesum spennandi og viðkomandi evni. Innan fólkaskúla og miðnáms-samfelagsfrøði hevur siðvenjan kring búskapar- og vælferðarundirvísingin mest verið á makrostigi, men tey seinastu árini hevur verið fokuserað meiri á mikrostigið eisini.

Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur, Nám

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo