Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Umstøðurnar hjá FSF at skipa fyri skeiðum hava verið truplar í ár, og tískil hevur tað verið avbjóðandi hjá venjarum at tillutað sær neyðugu impulstímarnar. Støðan hevur verið meir ella minni tann sama í hinum UEFA limalondunum, og tí hevur UEFA givið fótbóltssambondunum møguleikar at finna loysnir á hesum, sum hóska til hvørt land sær.

Í Føroyum er avgerð tikin um, at leingja gildistíðina á UEFA A- og B-prógvum við einum ári. Sostatt verða tey prógv, sum hava gildistíð fram til desember 2020, longd til desember 2021.

– Tað er sjálvandi harmiligt, at vit ikki kundu hava øll skeiðini, sum annars vóru á skrá í ár. 2020 hevur verið óvanligt fyri okkum øll, men vónandi gongur ikki alt ov lang tíð, til hetta kemur í rættlag, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Undirtøkan til impulsskeiðið komandi fríggjadag við Magna Mohr var annars sera góð. Skeiðið var fullteknað og nakað meir enn tað, men avbjóðingarnar í mun til koronatilmælini hava gjørt, at impulsskeiðið við Magna Mohr fyribils er avlýst.

– Vónandi kann skeiðið við Magna verða einaferð tíðliga í komandi ári, sigur Pætur Clementsen, og leggur afturat, at leingjanin av gildistíðini er galdandi fyri øll UEFA A- og B-prógv, óansæð hvat ár prógvið stendur til at fara úr gildi. Sostatt verða allir venjarar viðgjørdir eins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo