Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin 23. juni fingu 12 skiparar og 6 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi. Harumframt tóku 4 teirra dugnaskaparprógv í sigling.

Skiparar

Nøvnini ovast frá vinstru eru fylgjandi:

Walter Eysturdal Nysted, Petur Langgaard, Barður Hovsgarð, Regin Sivertsen, Óli á Gravarbø, Marius Gunnarstein Syderbø, Heri Vang, Bergur Petersen, John Viljam Johannesen, Jón Magnusson, Gunnar Viðoy Staksá og Andrias Sirdal.

Gunnar Viðoy Staksá fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik við miðaltalinum 10,3 til skipara. Harumframt fekk Jón Magnusson gávu frá Banknordik fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum. Allir skipararnir fingu gávu frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag.

Skipsatstøðarar

Nøvnini frá vinstru eru fylgjandi:

Oddur Simonsen, Niklas Reinert Højgaard, Jónathan Olsen, Kristian Martin Joensen, Benjamin Vijay Lisberg og Daniel í Lágabø.

Niklas Højgaard fekk gávu frá J.F.K Trol fyri besta avrik við miðaltalinum 10,8 til skipsatstøðara. Harumframt fekk Niklas gávu frá Betri Banka fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo