Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú tað ikki ber til at savnast, í hesum farsóttatíðum, verður leygarkvøldið 18. apríl kl. 22, skipað fyri talgilda Korona Quiz beinleiðis á Facebook vanganum av sama navni.

 

Tað eru Rannvá Dam í Baianstovu og Laura Apol sum skipa fyri, og tær hava áður báðar skipað fyri pubkvissum – men nú verður tað í nýggjum korona-hami!

 

Fyriskiparnir mæla fólk til at savna eitt lið við sínum bestu og klókastu vinfólkum til talgildu Korona Quizzina! Um spælt verður umvegis Messenger, Teams, Discord ella fysiskt saman, tað spælir ongan leiklut – men tað sum hevur týdning er, at fólk eru við uppá tað, og hava hug at hava eina hungaliga løtu saman – men hvør sær!

 

Eftir siðbundnum quiz mannagongdum, eru reglurnar soleiðis, at til ber at vera í mesta lagið fimm í hvørjum bólki, og eingin hjálpartól eru loyvd. Á skránni eru trý umfør, við góðum vinningum stuðlað av Sirkus, Irish Pub, Mikkeller og Okkara!

 

Facebook-síðuna finna tit her: www.facebook.com/KoronaQuiz/

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo