Katalonski forsetin í útlegd, Carles Puigdemont, sum júst hevur vitjað í Føroyum, er sera fegin um vitjanina.
Í einum twitter boðum, sum eru deild yvir 1300 ferðir og hava fingið yvir 4.000 likes takkar hann føroyingum fyri blíðskapin og mælir øllum til at fara til Føroya.
- Í Føroyum hitti eg eitt mentað fólk, sum tóku væl ímóti mær og sýndu stóran blíðskap. Eg mæli øllum til at vitja hesar avbera vøkru oyggjar, sigur Carles Puigdemont millum annað eftir vitjanina í Føroyum.
A les Fèroe he trobat un país amb gent amable i culta que gaudeix d’un dels paisatges més espectaculars d’Europa. La seva solidaritat vers Catalunya és extraordinària. Si teniu l’ocasió, visiteu les Fèroe. Eg takki føroyingum hjartaliga fyri blíðskapin. Gràcies @MagniArge! pic.twitter.com/nN21G8oqBQ
— Carles Puigdemont (@KRLS) 14. oktober 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo