At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

SEV hevur grein í sínum máli, at Umhvørvisstovan ikki hevur heimild at fremja útboð av vindorkulund uttan fyrst at ráðføra seg við SEV. Men so er eisini alt sagt, tí tað eru aðrar loysnir at gagnnýta vindorkuna enn bert at binda til eina pumpuskipan, sum SEV boðar frá.

Um Umhvørvisstovan brúkti eitt sindur av snildum, uttan at skúgva SEV til viks, kundi boð verið givin vindmyllufelagnum, nú pumpuskipanin ikki er tøk, at felagið skuldi nýta aðra tøkni at gangnýta vindorkuna, tá mark er fyri hvussu nógv óstøðug vindorka kann koma beinleiðis á netið.

Umhvørvisstovan hevur opinbart ongar visiónir, hvørki at bjóða SEV og enn minni landsstýrismanni teirra, og á sama hátt døllast SEV enn við pumpuskipan, ið tekur ár og ár at fáa bygt.

Tøknin er tøk at taka ímóti stórari nøgd av vindorku - uttan at binda í SEV-netið, og at framleiða brennievni til alskyns endamál.

Brennievnið kann goymast.... og brúkast til at stabiliserað netið hjá SEV, stuðla undir ravmagnsframleiðsluna nú vatnbrunnar eru frystir og vindurin ikki er nógvur, og annars nýtast til bussar, lastbilar, persónbilar, ferjur og fiskiflota.

Men...til ber ikki rættuliga at dadla Umhvørvisstovuna ella SEV. Tað er heilt annað stað farast skal, nevniliga Landsstýrið og landsstýrismannin í umhvørvis- og orkumálum, Helga Abrahamsen.

Tað er frá Landsstýrinum boð skulu koma hvussu orka og veiting í landinum skal og eigur at skipast, og soleiðis sum m.a. SEV hevur boðað frá, at teir ynska at verða 100% grønir í 2030.

Men tað letur seg snøgt sagt ikki gera tí hvørki landsstýrismaðurin, enn minni Landsstýrið, hevur nakran umhvørvis- ella orkupolitikk.

Meðan øll lond kring okkum hava lagt til brots at venda frá fossilu orkuni, og seta í verk eina verkætlan fyri og aðra eftir, á landi sum á sjógvi, snorksova okkara lands- og býráðspolitikarar.

Einasta, ið melur í knokkum teirra, eru milliarda kostnaðarmikil hol í jørðini, at økja um ferðslu og oljunýtslu fyri at fáa brúkaran at gjalda íløguna, og annars stuðla undir meirnýtslu omaná enn meira nýtslu, og uttan íhald.

Meðan klótan er við at kodna í veðurlagsgassum, lívfrøðin á landi og sjógvi er í fríðum falli, gorra men og kvinnur um áhaldandi vøkstur og meirnýtslu. Og allir borgarar skulu koyra til og frá høvuðsstsaðnum av Viðareiði og Sumba, tí Javnaðarflokkurin krevur at ALT skal verða í Havn.

Agenda 21 ST-sáttmálan frá 1992 um burðardygga menning, ið Landsstýrið samtykti at taka undir við, hava vit fingið í nýggjum hami nevndur Tey 17 heimsmálini. Men synd at siga at nøkur av málunum verður tikin uppá tungu.

Samgongan hevur ongar ætlanir um nakra stórvegis burðardygga menning, enn minni veðurlagsátøk, og andstøðan er mest sum farin í vetrarsvøvn. Og alt meðan berjist SEV við almenna umsiting har stjórin "er burturstaddur".

Ein syndarlig støða at tað ikki glógvar í nøkrum...... kanska undantikið einstøkum yngri kvinnum á Løgtingi.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo