Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arkitektonsikt er hattar eitt makkverk av einari aðrari verð. Ein provekerandi bygningur sum als ikki er í samljóð við umhvørvið á Biskupstøð.

Glas í glas í glas allan vegin, hvat í allari víðu verð hevur alt hattar glasi at gera á Biskupstøð, og hví skulu skúlar í dag bert hava glasveggir.

Í Hollandi hava tey eina gøtu við nógvum stórum glasveggum har ungar kvinnur vera vístar fram til sølu.

Her hava vit ein bygning har ungar kvinnur (kanska onkur maður) skulu læra at halda hús, tær hava als ikki brúk fyri at standa til útstilling fyri øllum sum ganga framvið. Og tær skulu hugsavna seg um undirvísingina og ikki alla tíð vera órógva av tí sum fyrigongur seg, uttanfyri.

Fyrv. borgarstjóri og arkitekturin søgdu at teir høvdu havt alt hettar í huganum tí var grasflag lagt á tekjuna. Eina flata tekju sum tú bert kann síggja frá einari tyrlu.

Allir útveggir eru glas og slættar deyðar plátur, glas og slættar deyðar plátur.

Hvat við at skifta tær sløttu deyðu pláturnar út við úthangi sum gongur á skrá, klætt við flagtaki sum í stødd og hellningi samansjóðar við flagtaki á hjallinum hjá grannanum, Nólsoyar Pálli. Og minka tali av glasfløtu munandi, og á síðuni móti Nólsoyar Páll vera rimaveggir og okkurt seiðatræ. Seiðatræi kann so eisini brúkast sum partur av undirvísingini.

Tað sama er við hasum ljóta høga yvirbygninginum har allur norðurendin er ein stórur glasveggur, hvat til? Hattar eru næmingar sum skulu skúlast og ikki ein turistmál sum fólk koma at njóta úsiktina.

Hesar smáu tillagingarnar kundu gjørt at bygningurin bleiv eitt príði fyri øki, og ikki sum nú, ein deyður arkitektabygningur.

Ansgar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo