Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er nú til reiðar at tosa um at loyva korni frítt at fara úr Ukraina. Tað hendir eftir at hann í dag hevur tosað í telefon við bæði franska forsetan, Emmanuel Macron, og týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz.

Men sambært Reuters setti Putin krav um, at so skulu fleiri av tiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi eftir innrásina í Ukraina, eisini takast av.

Fleiri vestanveldi skuldseta Russland fyri at brúka eina møguliga hungursneyð sum vápn í krígnum. Russland sigur hinvegin, at um ein hungursneyð hóttir, so er tað av tiltøkunum sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi, eins og minum sum eru lagdar út í ukrainskar havnir.

Vladimir Putin skal eisini hava sagt, at russar fegnir vilja í dialog við ukrainar, men hesir vilja ikki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo