Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað er eingin vinnari í einum kjarnorkukríggi, og tí eigur tað ikki at setast í gongd, sigur Vladimir Putin sambært Reuters.

Russiski forsetin segði hetta - sambært russisku tíðindastovuni Ria Novost - í sambandi við ráðstevnu sum verður hildin í New York í august.

- Sum ein statur sum er partur av ikkispjaðingar avtaluni, fylgir Russland altíð bókstavinum í traktatini og anda. Okkara skylda í sambandi við bilateralar avtalur við USA um minking og avmarkingar viðvíkjandi relevantum vápnum, er eisini hildin, sigur Putin sambært tíðindastovuni.

Reuters skrivar at Putin sendi bræv til luttakararnar á ráðstevnuni har ikkispjaðingar avtalan verður eitt av temaunum, skrivar norska Dagbladet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo