Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Á øðrum sinni gevur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni, út nýtt ársrit. Ritið kallast ”Føroysk Ráðgeving” og er 52 síður til støddar.

Í ritinum eru greinir um føroyska ráðgeving úr ymsum sjónarhornum. Í grein um trotið á bústøðum í samfelagnum vísir formaðurin í felagnum, Selmar Nielsen, á, at privatar fyritøkur eru í bíðistøðu at byggja nýggjar bústaðir, tí tað almenna hevur átikið sær høvuðsleiklutin at nøkta bústaðartørvin við egnum felag.

Rúni Abrahamsen, arkitektur og byggiøkonomur, lýsir í grein tørvin á burðardyggari bygging. Næstu 30 árini fer byggingin í heiminum at taka dik á seg sum ongantíð fyrr. Neyðugt verður tí at gera umhvørvisligar, fíggjarligar og sosialar heildarmetingar í byggiverkætlanum, og ikki minst má byggitilfar endurnýtast.

Innilufttænastan er fyritøka, sum Lone Grønborg stovnaði í 2010. Hon gevst nú við fyritøkuni og greiðir frá sínum royndum at kanna inniluftina í føroyskum húsum og bygningum. Serliga stórir trupulleikar standast av óbjálvaðum betongi, vísir hon á. Var betongið bjálvað, kundi sloppist undan fukti og blámusoppi.

Eisini eru greinir í ritinum um Skúlan á Fløtum, sum fer at hýsa 850 næmingum og 150 lærarum, Tórshavnar Kommunuskúla, sum verður umbygdur til lestrarbústaðir og nú eitur Finsen, og ætlaða grøna orkuskiftið, ið miðar eftir, at 50 prosent av øllum sethúsum og bygningum skulu hava lagt um frá olju til grøna orku í 2025.

Vangamyndin í blaðnum er av 25 ára gomlum toftamanni, sum fór í læru sum maskinsmiður hjá MEST og endaði við at gerast maskinverkfrøðingur. Fyritøkan RÁÐ við Grønlandsvegin í Havn, sum veitir byggiharraráðgeving, verður lýst, og greinir eru eisini um gongdina í ráðgevaravinnuni seinnu árini og arkitektur, sum skapar meirvirði.   

Nýggja ársritið hjá Ráðgevarafelagnum verður sent øllum viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og skrivað og ritstjórnað saman við nevndini hevur Uni Arge, journalistur.

 

Leinkja til blaðið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo