Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í gjár var lítil hugnaløta á Ráðhúsinum, tá sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir. Fólkini á myndini omanfyri eru Inga Katrin Winther, Sp/f Árni Winther Arkitektar, Eyðbjørn Brimnes, P/F LBF, Árni Winther, Sp/f Árni Winther Arkitektar, Árni Jakobsen, P/F SMJ, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Ragnar Zachariassen, Sp/f ZETA Architects, Magnus Magnussen, Sp/f BRIM Arkitektar, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari og formaður í bygginevndini, Mikael H. Viderø, tekniskur stjóri, Birita Wardum, býararkitektur og Eivind Danielsen, verkætlanarleiðari.

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar Kommuna og Samtakið Eind Í/F ráðgevarasáttmála um Skúlan á Fløtum.

Tórshavnar býráð samtykti fyrst í árinum, eftir tilmæli frá mentamálanevnd og fíggjarnevnd, at staðfesta úrskurðin og innstillingina hjá dómsnevndini fyri Skúlan á Fløtum. Vinnandi uppskotið gjørdist “Eindirnar í heildini”, sum toymið við Árna Winther Arkitektar, ZETA Architects, Brim Arkitektar, SMJ og LBF hava gjørt.

Yvirornaða niðurstøðan hjá dómsnevndini var, at hugskotskappingin var væleydnað. Dómsnevndin metti, at vinnandi uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein skúli við einum tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar sín egna samleika. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið.

Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið og torir at vera sín egin og bjóðar samstundis grannalagnum vælkomnum. Dómsnevndin metti, at uppskotið við sínum sermerkta skapi ger vart við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum.

Bygningsskapið loyvir eini livandi og liðiligari innrætting, sum dómsnevndin sá nógvar dygdir í. Uppskotið er sannførandi við eini greiðari planloysn og einum longdarskurði, sum á ein tignarligan hátt sjóðar saman ymiska virksemið í skúlanum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at í hesi kapping síggja vit, at føroysk ráðgevaravinna alsamt tekur seg fram og er før fyri at taka við slíkum umfatandi avbjóðingum, og tí fegnist hann um, at Tórshavnar kommuna kann vera við til og stuðla undir, at føroysk ráðgevaravinna mennir seg og skapar arbeiðspláss og menning her á staðnum.

- Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at viðgerðin av uppskotunum í hugskotskappingini hevur gingið væl, og at tað var ein einmælt dómsnevnd, ið lat sítt tilmæli til mentamálanevndina og at málið síðan varð samtykt av einum einmæltum býráðið, legði borgarstjórin aftrat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo