Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tá, nú og framtíðin. Táverandi samfelagið kunnu vit lesa og hoyra søgur um, og í summum førum minnast. Nútíðarsamfelagið liva og virka vit í beint nú. Framtíðina kenna vit ikki. Hon kann tykjast fremmandagjørd og trupul at ímynda sær, hóast hon mangan er grundarlag fyri avgerðir, og hvønn veg vit sum samfelag flyta okkum.

Men hvat kunnu vit sum borgarar reelt vænta av framtíðarsamfelagnum, og hvørja ávirkan hevur framtíðin á dagsins samfelag, og hvussu vit byggja land? Hvønn týdning fer eitt nú vitan at hava í framtíðini í mun til í dag, í hvønn mun skulu vit arbeiða nýskapandi, og hvussu skapa vit eitt burðardygt samfelag til eftirkomarar okkara? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið ráðstevnan fer at viðgera.

Vælkomin til FramtíðarSamfelagið.

Skrá:
14.00 Vælkomin
14.15 Kári Holm Johannesen, sosiologur og leiðari á Hagdeildini á Hagstovu Føroya: Tá, nú og fram. Ein søga um fólk og arbeiði í tølum við sosiologiskum drússi
14.45 Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur og deildarstjóri á Stjórnartænastuni í Løgmansskrivstovuni: Fyrisiting í framtíðarsamfelagnum - avbjóðingar og krøv
15.00 Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: Vinna og arbeiðsmarknaður í føroyska framtíðarsamfelagnum
15.15 Steðgur. SamFelagið bjóðar kaffi/te og føðingardagslagkøku.
15.45 Bogi Eliasen, samognari og framtíðargranskari á Instituttet for Fremtidsforskning: Megatrends sum amboð – Borgarin, Samfelagið og Vinnan í 2030
16.30 Terji Nielsen, deildarleiðari á Research & Development deildini í SEV: Grøna orkuskiftið í Føroyum
16.45 Dialogur og kjak millum umboð frá vinnum og stovnum í Føroyum

Kára Bjarnadóttir Jakobsen verður orðstýrari.

Ráðstevnan er skipað í sambandi við 5 ára føðingardagshaldið hjá SamFelagnum - Felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum.

Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin í auluna í Finsen tann 27. apríl kl. 14.00-17.45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo