At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 11. og 12. oktober hittist eitt úrval av royndum og ungum granskarum til ráðstevnu í Tromsø, at deila vitan og at kjakast um nýggj dálkandi evni í umhvørvinum. Ráðstevnuluttakararnir eru serfrøðingar í nýggjum dálkandi evnum, har lýsingin nýggjum í hesum førinum sipar til at evni ella evnisbólkurin, er minni kent sum umhvørvisdálkandi evni, heldur enn at tað snýr seg um eitt evni, sum nýliga er komið fram.

Tey sum luttóku vóru granskarar, umboð fyri altjóða gransking og myndugleikastovnar, umframt eitt úrval av altjóða granskingarastovum og stovnum. Tey umboðaðu øll Norðurlond, íroknað Grønland og Føroyar. Øll hesi hava ein týðandi leiklut í fyrireikingini at regulera evni, sum kunnu vera umhvørvisdálkandi - antin tað snýr seg um at avmarka nýtsluna ella at banna evnum.

Grundarlagið fyri ráðstevnuni er felags norðurlenska arbeiðið, ið skal vísa á møgulig nýggj dálkandi evni í umhvørvinum. Við 100 milliónum skrásettum dálkandi evnum, eru bert nøkur fá reguleraði í Stockholm POP sáttmálanum, og við tíggjutúsundtals nýggjum evnum, ið verða skrásett hvønn tann einasta dag, so er tørvur á, at hava eyguni eftir, at har legst afturat viðdálkandi evnum, sum hava umhvørvisskaðilig árin. Nýggjasti kanningarhátturin at staðfesta tílík evni, er ein sonevnd non-targeted screeningskanning. Tá ið hesin háttur verður nýttur, verður talið av evnum munandi størri, tí ikki bert tey “góðu” gomlu evnini verða kannað. Hetta er tað, sum er endamálið við non-targeted screening, nevniliga at gera kanningar uttan at tað frammanundan er avgjørt, hvørji evni verða kannað.

Á ráðstevnuni vóru fleiri framløgur, ið vístu á nýggj dálkandi evni í Norðurlondum, serliga arktisku økini , eitt nú Svalbard. Kanningar av vælkendum bromeraðum flammutálmarum vóru løgd fram eins og av organoforsfor flammutálmarum, sum eru ávíst í fiski, sjófugli og havsúgdjórum, eitt nú kópi og hvítabjørn í Arktis. Hesi umhvørvisdálkandi evnini hópa seg upp í Arktis, tí at tey verða flutt við luft- og havstreymum, men tey kunnu eisini partvíst stava frá lokalum virksemi á staðnum.

Ein bólkur av norskum og svenskum kanningarstovnum við umboðum frá Universitetinum í Umeå í Svøríki, og frá norsku luft- og vatnkanningarstovnunum, ávikavíst NILU og NIVA, fæst í løtuni við eina greining fyri felags norðurlendska screenings-bólkin (sí eisini nordicscrenning.org), hvørs arbeiði verður stuðlað av Norðurlanda Ráðharraráðnum. Kanningin er ein samanseting av non-targeted- og málrættaðum kanningum, og verður gjørd av sýnum úr býarøkjum í Finlandi, Svøríki, Danmark, Norra, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Evnafrøðiligu greiningarnar í hesari kanning eru sera arbeiðskrevjandi, serliga í dátuviðgerðini, og fevnir tískil um eitt avmarkað tal av sýnum av fiski, botnseturi og útláti frá spillivatnsreinsiverkum. Fyribils úrslit frá hesari kanning vóru eisini løgd fram á ráðstevnuni. Hesi bendu á, at spor av heilivági, bisfenolum, sum vit nóg illa hava hoyrt talan um áður, ymisk fluorerað evni, umframt týningarevni og íðnaðarkemikaliur vóru ávíst í umhvørvissýnunum.

Ætlanin er, at tá ið felags norðurlendski screeningsbólkurin fer undir kanningar næstu ferð, verður farið eftir per- og polyfluoreraðum evnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo