Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Almannaverkið: Øll børn í Føroyum í dag hava ikki javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum, tí at almennu og kommunalu skipanirnar í ov stóran mun svíkja. Viðkomandi almennir, kommunalir og privatir felagsskapir hava tikið seg saman um ráðstevnuna Kná børn.

Almannaverkið tók í vár stig til, at viðkomandi partar, sum hava við børn og ung at gera, skipa fyri eini ráðstevnu, sum kastar ljós á viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum. Úrslitið er ráðstevnan Kná børn, sum partarnir heilhugaðir og fullir av orku hava tikið lut í.

Endamálið
Endamálið við ráðstevnuni Kná børn er, at hon skal seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum.

Skráin
Á ráðstevnuni verða fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur.

Nøkur dømi

•         Viðurkendi danski professarin Per Schultz Jørgensen heldur fyrilestur til høvið um kná børn og avbjóðingarnar hjá familjuni.

•         Norsku serfrøðingarnir Camilla Trud Nereid og Margrethe Taule greiða frá málrættaða norska átakinum 0-24, sum vendir sær beinleiðis til børn og ung í andgletti.

•         Tær tríggjar Rebekka Perlick frá Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer úr Bláa Krossi og Súna Mørk úr Fountainhúsinum seta fingurin á øll tey økini, sum vit í Føroyum ikki megna. 

•        Nøkur ung fólk greiða frá persónligu upplivingini við eini skipan, sum í alt ov stóran mun hevur svikið.

•        Sjefkokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska, greiðir frá síni torføru skúlagongd, og hvussu hann kom í lívsins skúla.

Innihaldsliga er ráðstevnan skipað í trimum breytum. Í einari skipanarligari breyt seta útlendsku og føroysku serfrøðingarnir sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í dag, og ikki minst verður ljóskastarin settur á, har skipanin svíkur. Skipanarliga breytin í Høllini í Norðurlandahúsinum endar við einum politiskum kjaki um framtíðina, og hvat skal gerast.

Í Skálanum verða viðkomandi fyrilestrar við millum øðrum Barnabata og barnaverndartænastunum í Tórshavn og í Runavík, meðan tað í Klingruni verða fyrilestrar av meiri praktiskum slagi innan økið. Í Klingruni hoyra vit millum annað Poul Andrias Ziska siga frá um sína skúlagongd, og hvussu tey á Margarinfabrikkini arbeiða við einum samansettum námsfrøðiligum skúlatilboði.

Ráðstevnan er fyri øll og er ókeypis
Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til ráðstevnuna Kná børn fríggjadagin 3. mai 2019.

Ráðstevnan er ókeypis, byrjar klokkan 8.30 og endar umleið klokkan 16.00.

Sí skrá her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo