Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á vágaportalinum tann 14. desember 2021 stendur, at nú fáa tey 5 – 11 ára gomlu børnini í Føroyum eisini tilboð um koppseting. Í sama tíðindastubba sigst Heilsumálaráðið, at hava sagt fylgjandi:

‘“...hóast børnini sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum at steðga smittuútbreiðsluni, verða tey ikki koppsett.”

Góðu tit á Heilsumálaráðnum! Hvat er hetta fyri ein útsøgn at koma við til fólkið? Tað sum tit í veruleikanum siga er, at nú kunnu 5 – 11 ára gomul børn verða koppsett ímóti bláum royki. Tykkara útsøgn er ein tvíballaður boðskapur. Og tit vita, at motivið aftanfyri hesa avgerðina ikki er í lagi. Tí tit eru vælvitandi um hetta, at samlaði váðin við atlitum at bæði sannlíkindum og tess avleiðingum fyri børnini, sum IKKI verða koppsett, er so at siga null.

Okkara partur av heiminum hevur 2 ára royndir við fleiri milliónum smittaðum børnum, sum munnliga mugu verða upplýst, at tey hava havt Korona. Um ikki, so høvdu tey (líka)glað og ótarnað spælt víðari. Øll skynsom hugsandi vita hetta, at tað ikki er neyðugt, at koppseta frísk vaksin og slett ikki børn. Á ongum sinni!

Lurtið tit tí eisini eftir teimum mongu serfrøðingum, sum eftirhondini gerast meira og meira samskipaðir og sum tosa sama mál, sum tíðin frálíður. Tey rópa øll varskó um tað disfunktiónellu, niðurbrótandi og oyðandi strategiina, sum fleiri lond hanga føst í. Tað er yvirhøvur ikki neyðugt, at koppseta frískt fólk ímóti eini virus, sum ikki er vandamikil fyri tann fríska. Tí er tað púra natúrligt, at strembanin eftir natúrligum immuniteti verður gjørt til høvuðsamboð í strategiini. Vónandi fáa fleiri og fleiri eyguni upp fyri natúrligum immuniteti, at tað er í sjálvum sær ein sera góð orsøk til, at velja koppsetingina frá. Tað er ikki neyðugt, at órógva likamið, tá tað riggar og hóttanin ikki er til staðar.

Men einans grunda á mongu ivamálini, vantandi kanningar og úrslit av kanningum frá hesum koppingarevnum, er góð nokk orsøk til at halda aftur, inntil tað øvugta er prógvað. Hugsið um møguligar óhepnar avleiðingar, sum granskarar ikki vita nakað um enn, men sum teir áttu at vita – langt áðrenn man loypur framav og í óðum verkum rullar koppingarevnini út til allan heimin. Hetta er eisini ein góð og lóglig orsøk til, at siga eitt fólkaligt “nei takk!”

Góðu tit, hvat hugsa tit fyri tykkum á ráðnum, tá tit siga, at vandi er fyri, at tey ókoppsettu børnini verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum. Vita tit ikki, at tað mest sannlíkt verða túsundtals føroysk sunn og frísk børn, sum ikki verða koppsett. Ella er ætlanin, at ala fram lógloysi í fólkinum, ið skal eggja almenninginum, at avgera hvussu harðar sosialar fylgjur hetta skal fáa fyri tey mongu ókoppsettu børnini og øll onnur, sum ókoppsett eru. Ella er talan um eitt alment samtykki frá Heilsumálaráðnum um, at góðtaka óbótaligar sosialar og sálarligar fylgjur, sum tit sjálvi vænta fara, at koma yvir tey, sum vita, at koppsetingin er púra óneyðug. Vónandi ikki! Í hesum samanhanginum, skal eg inniliga heita á tykkum um, at virða natúrligan immunitet til fulnar. Setið natúrligan immunitet á breddan og steðga við teim idiotisku og happandi reklamunum um koppseting, ið trýsta fólk til nálina. Nei, natúrligur immunitetur fyri lítið vandamiklar sjúkur er tað besta fyri alt fólkið. Og ikki minst fyri okkara børn.

Hoyr, eitt av fremstu málunum hjá Heilsumálaráðnum má verða, at varðveita sálarligu heilsuna hjá børnunum. Børnini skulu ikki ofra seg fyri nakran og ei heldur fyri samfelagið. Og heldur ikki skulu tey verða kúgað til, at útseta seg fyri medisini, sum enn hoyrir heima í eksperimentellum kanningarstovum. Góðu tit, vit vóru heimsmeistarar í testing. Heimurin rundan um okkum SUCKAR í fakinum koronutilbúgving. Við hesum fáu orðum fari eg at geva tykkum hesa avbjóðing: “Latum okkum blíva heimsmeistarar í koronutilbúgving!”

Kærar heilsur
R. Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo