Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri var at lesa í teimum donsku tíðindamiðlunum, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í Grønlandi, Pelle Broberg, greiddi frá, at Grønland ikki vil hava dronur, verjuútbúgving og danska hernaðarliga hjáveru í Grønlandi, sum partur av Artiska kapasitetspakkanum á 1,5 milliardir, sum Fólkatingið hevur samtykt.

Her í Føroyum er larmandi tøgn um Artiska kapasitetspakkan og um møguliga nýggja radaran, sum eisini er partur av Artiska kapasitetspakkanum.

Tískil kemur spurningurin; hvar er Føroya Løgting í hesum málinum??

Tað kann undir ongum, als ongum umstøðum góðtakast, at onnur taka eina so týðandi avgerð, um viðurskifti her á Føroya Landi, uttanum føroyska viljan og Føroya Løgting. Føroya Fólk hevur ikki fingið nógva kunning í hesum málinum, og vónandi stendur Føroya Løgting saman um, at allar avgerðir um viðurskifti, ið eru týðandi fyri Føroya Land, kunnu einans takast í Føroya Løgtingi.

Við hesum í huga, so kunnu vit øll vera samd um, at Føroyar eru ein partur av Vesturheiminum. Bæði mentunnarliga og landafrøðiliga. Hesum kann neyvan ongin verða ósamdur um.

Men hóast hetta, so standa fleiri ósvaraðir spurningar, sum ikki heilt er fingin greiðu á, men sum eru sera viðkomandi fyri okkara Føroya Land.

Krevja vit vald fyri gjald?
Skuldi ein radari verið settur upp í Føroyum, so høvdu vit føroyingar so fylgjandi skula kravt eitt stórt klekkiligt gjald afturfyri, at ein hernaðarradari verður settur upp, sum møguliga kann seta Føroyar í vanda.

Eisini skal gerast vart við, at danir hava í áravís spart milliardir av pengum, sum takk afturfyri hjá NATO, at ein radari hevur staðið á Sornfelli.

Hetta eru milliardir, sum Føroya Land skuldi havt fingið, og sum langtsíðani hevði fíggja Fullveldi Føroyar, og meira aftrat!

Hví fáa vit onki at vita í Føroyum?
Her virkar til at verða øgiliga lítil kunning um radaran og Artiska kapasitetspakkan.

Tað sum virkar til at vera sera undarligt og átaluvert í hesum máli er, at fyrst hevur danska stjórnin gjørt alt liðugt viðvíkjandi einum verjupakka á 1,5 milliardir. Gjørt semju við allar flokkar í Fólkatinginum. Síðani fingið alt uppá pláss við USA og NATO.

Ája, til síðst spyrja vit (les danska stjórnin) líka Føroyar, um hetta er í lagi.

Vit vita av ongum, og fáa onki at vita.

Hvørjar eru avleiðingarnar?
Vit mugu eisini geva okkum far um, at tað at Føroyar gerst partur av einum Artiskum kapasitetspakka, kann fáa stórar avleiðingar.

Vita vit nakað um vanlukkuligu avleiðingarnar, hetta longu nú kann hava skapt við aðrar samstarvspartar, sum Føroyar hava við eitt nú Russland og Kina?

Radari á plattforimi í staðin fyri á landi?
Um tað nú so verður, at vit ikki hava møguleika at siga nei til ein radara, sum skal verða settur upp her um leiðir, eru tað so nakrar kanningar gjørdar, hvørt ein radari kann setast upp á einum plattformi í føroyskum sjógvi?

Tí at um radari verður settur upp á einum plattformi í føroyskum sjógvi, so hevði hetta vælsaktans ført við sær, at tað føroyska landaøki ikki hevði gjørt til eitt bumbimál, men bert plattformurin á sjóøkinum, um nú kríggj skuldi brusti á í artiska økinum.

Fara vit at krevja betri handilssømdir?
Verður tað quid pro quo (fríhandilssáttmáli fyri radara), ella skulu vit bara góðtaka at føroyski viljin verður settur til viks?

Fara vit at troyta møguleikarnar fyri betri handilssømdum, um ein radari skal setast upp á føroyskum øki; tað verður seg sjóøki ella landøki?

Tað skal í hesum sambandi eisini leggjast dentur á, at fleiri løgtingslimir hava verið frammi og sagt, at radarin er einasti møguleikin hjá Føroyum at fáa betri handilsavtalu í lag við ES; skilt á tann hátt, at vit hava bjóðað ES alt, sum bjóðast kann, og at ES ikki er sinnað at geva okkum betri treytir fyri okkara útflutningsvinnu.

Her kundi radarin verið eitt gylt høpi at samrátt um, men sum sagt, so tykjsat tað at vera larmandi tøgn um alt hesum viðvíkjandi.

Framtíðar møguleikar hjá føroysku útflutningsvinnuni?
Er nøkur kanning, verkætlan ella líknandi gjørd, hvat fyrimunir og vansar hjá Føroyum eru viðvíkjandi veksandi stríðnum í Arktis?

Aðrar ætlanir við Føroya Landi?
Er radarin tað einasta, sum hevur verið umrøtt, ella eru tað aðrar ætlanir við Føroya landi, sum Føroya Løgting ikki hevur fingið nakað at vita um? Liggja tað aðrar ætlanir á skrivaraborðinum?

Samanumtikið
Óansæð hvørja støðu ein hevur til radaramálið, og hvørja politiska áskoðan ein hevur, so eru fleiri viðkomandi spurningar í málinum, sum Føroya Løgting má og skal hava greiðu á, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Samanumtikið, so eru hetta alt viðkomandi spurningar, sum Føroya fólk og Føroya Løgting hevur skyldu at fáa at vita, tí tað er bert Føroya Løgting, ið kann taka avgerðir um øll týðandi viðurskifti í Føroyum.

Við tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo