Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frá byrjan hevur Javnaðarflokkurin funnist at handfaringini hjá landsstýrismanninum av málinum um radaran. 

Serliga at hann kom ov seint í uttanlandsnevndina við tí, og at hann noktaði at leggja tað fyri løgtingið. Men vit hava samstundis sagt, at vit ikki fara at misnýta hetta málið partapolitiskt. 

Hetta snýr seg um okkara trygd og trygdina hjá okkara sameindu. Tað er snøgt sagt ov týdningarmikið til, at tað skal misbrúkast politiskt. 

Samsvarandi hesum hava vit sagt, at vit vilja geva landsstýrinum heimild at skriva undir avtalu um radaran, um føroyingar fáa ein avgerandi leiklut í uppseting og rakstri. 

Vit hava síðani - saman við Framsókn og Tjóðveldi - lagt uppskot fyri tingið um at krevja málið fyri tingið. 

Hetta uppskotið fall. Tað var bæði stórt spell og heilt óskiljandi. Men hinvegin mugu vit ásanna og virða, at hetta var tingsins vilji og demokratiska avgerð. Vit kunnu ikki seta Javnaðarflokkin fram um løgtingið - fram um fólkaræðið. 

Hini krøvini, sum vit settu - at føroyingar skulu hava ein avgerandi leiklut í uppseting og rakstri - verða eftirlíkað í teirri avtalu, sum fyriliggur. 

Tá Javnaðarflokkurin hevur givið landsstýrinum heimild at skriva undir, er tað tískil í samsvari við tað, vit hava sagt frá byrjan. 

Kortini eru nú røddir, sum hava at okkum fyri hetta. Hetta er mítt svar. 

Tað einasta rætta 
Onkur vil siga, at Javnaðarflokkurin hevur bjargað samgonguni undan einum vali við at gera, sum vit hava gjørt. 

Tað veit eg ikki. Men eg veit, at vit hava gjørt tað einasta rætta. 

Vit kundu sjálvandi tikið partapolitikkin fram um innihaldið, noktað at givið landsstýrismanninum heimildina og latið samgonguna stokt í sínum egna feitti. 

Men hetta snýr seg altso um okkara trygd og trygdina hjá okkara sameindu. Teimum, sum verja okkum, skuldi tað ringasta hent. Um okkara støðu og okkara ábyrgd í heiminum. 

Men trygdin hjá Norra, Íslandi, Bretlandi og hinum NATO-londunum og vestanlondunum er eisini okkara trygd. Tey hava slíkar radarar í sínum londum. Men tørvur er á einum í Føroyum fyri at síggja, hvat hendir her. 

Vit kunnu ikki siga nei. Vit hava ongar verjuútreiðslur sum hini londini. Vit hava onga hertænastu. Hetta snýr seg um ein matrikkul til ein eftirlitsradara, sum enntá fyrst og fremst skal brúkast til sivil endamál, og sum er gagnligur fyri føroyskt vinnulív og føroyska ekspertisu. 

Hevði Javnaðarflokkurin sagt nei, hevði meirilutin í Uttanlandsnevndini sagt nei. Tað merkir, at løgtingið hevði sagt nei. Og tað hevði verið ein søga, sum hevði skatt okkara umdømi - og harvið okkara áhugamál - á øðrum økjum. 

At Føroyar - sum ongar verjuútreiðslur hava sjálvar - ikki vil geva loyvi til, at ein radari verður settur upp, hevði verið ein altjóða gøla. 

Ikki minst orsakað av, at tey signal, vit senda nú, verða sædd í ljósinum av teimum ræðuleikum, sum júst nú fara fram í Evropa. Trygd - felags trygd í vesturheiminum - er størsta málið, sum er. 

Tí velja vit at taka politiska ábyrgd fram um partapolitiska spekulatión. 

Tí hava vit valt í hesum føri at taka ta ábyrgdina, sum Fólkaflokkurin ikki tekur. 

Fólkaflokkurin tekur ikki ábyrgd 
Sum sagt vil Fólkaflokkurin - størsti samgonguflokkurin – ikki geva sínum egna landsstýrismanni heimildina. 

Sami flokkur vildi heldur ikki, at løgtingið slapp at taka avgerðina. Væl vitandi, at svarið tá hevði verið ja, um treytirnar blivu gingnar á møti. 

Mín niðurstøða er greið: Sterku kreftirnar í Fólkaflokkinum halda, at politikkur altíð snýr seg um keyp og sølu. Tí sigur flokkurin nei til radaran. Fyrst við at stemma ímóti, at løgtingið slapp at taka støðu, og síðani við at nokta at geva landsstýrismanninum heimildina. 

Fólkaflokkurin hevur alment sagt, hvørji krøv hann setir fyri at siga ja. Og tey hava einki sum helst við málið um radaran at gera. Flokkurin kundi tað sama kravt, at skal radarin setast upp, skulu Føroyar hava limaskap í Olympisku Nevndini. Ella at hondbóltslandsliðið skal sleppa at spæla allar sínar heimadystir í Føroyum. 

Ein samgonga, sum ikki kann draga eina línu í einum so prinsipiellum máli sum hesum, er ikki virkisfør. 

Hetta snýr seg um vesturheimin – ikki Føroyar og Danmark
Nøkur í politisku skipanini halda, at tað hevur minni týdning fyri Føroyar, hvørji signal vit senda vesturheiminum. Tað, sum hevur størri týdning, er at skapa eina ósemju millum Føroyar og Danmark. 

Men her er eingin ósemja. Her eru bara fólkaræðisligar mannagongdir, um vit vildu tað sjálvi. 

Fakta er, at avgerðin er løgd til føroyskar myndugleikar. Einki er kroyst niður yvir okkum. Danmark hevur ikki noktað løgtinginum at taka avgerðina. Tað hevur landsstýrið og samgongumeirilutin í løgtinginum tí verri gjørt. 

Haraftrat hevur avgerðin hjá Javnaðarflokkinum einki við danska Javnaðarflokkin og Mette Frederiksen at gera.                                     

Avgerðin um radaran tænir føroyskum áhugamálum og vísir greitt, at vit eru ein partur av demokratiska vesturheiminum. Og tað hevur stóran týdning í hesum døgum, tá Evropa er í einum álvarsligum kríggi.

Málið snýr seg ikki um Føroyar og Danmark. Málið snýr seg um vit eru ein partur av demokratiska vesturheiminum ella ikki. Í Javnaðarflokkinum er eingin ivi. Vit eru og skulu verða verandi ein partur av demokratiska vesturheiminum. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo