Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgmaður og onnur gera sokallaða radaramálið (ætlanina um at seta upp nýggjan radara í Føroyum) til ein spurning um Føroyar stuðla vesturheiminum ella um Føroyar stuðla Russlandi og Kina.

Men málið er í nógv størri mun eitt prinsipielt mál um hvussu slík mál – til dømis ætlanir um útbyggingar í Føroyum framdar av altjóða samstørvum sum NATO - skulu handfarast.

Eru hetta mál, har danskir myndugleikar bara kunnu gera sum teimum lystir í Føroyum uttan at spyrja nakran eftir?

Eru hetta mál, har danskir og føroyskir myndugleikar í felag skulu viðgera málini sum javnbjóðis partar (ber tað til at verða javnbjóðis partar?) og síðani taka støðu?

Eru hetta mál, sum krevja eina sjálvstøðuga viðgerð av føroyskum myndugleikum uttan ávirkan úr Danmark (og ber tað til at verða uttanfyri ávirkan úr Danmark við verandi ríkisrættarligu støðu?)?

Ella...? (ja, har eru sjálvsagt fleiri aðrir spurningar á somu kós).

Trúgvi øll í Føroyum eru samd um, at vit kunnu ikki liva við einari orðing, har danir bara staðfesta, at teir kunnu gera sum teimum lystir í Føroyum, tí teir bestemma - eins og sagt verður í greinini í Altinget (https://www.altinget.dk/arktis/artikel/2022-kan-blive-aaret-hvor-usa-opruster-i-groenland-og-paa-faeroeerne):

"(P)å papiret er den danske regering i sin gode ret til bare at sætte radaren op. Forsvars- og udenrigspolitiske anliggender styres stadig suverænt fra København."

Hetta málið avdúkar, at Føroyar eru komnar hartil, at næsta fetið er ein sjálvstøðugur statur, so vit fult og heilt kunnu taka avgerðir í slíkum málum.

Dennis Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo