Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna hevur í tíðindaskrivi á heimasíðu síni tann 17. januar 2022 kunnað um arbeiðið at byggja svimjihyl í Runavík, har upplýst er, at Runavíkar kommuna nú uttan almenna kapping hevur skrivað undir partalagsavtalu fyri hetta arbeiði.

Ráðgevarafelagið ynskir Runavíkar kommunu blíðan byr við arbeiðinum at byggja nýggja svimjihylin, men vísir frá sær atfinningunum í tíðindaskrivinum frá Runavíkar kommunu um, at tað skal vera Ráðgevarafelagið, sum er atvoldin til at verkætlanin kom í drag og at tað hevur gingist, sum tað hevur gingist.

Orsøkirnar til hetta skulu heldur finnast í royndunum hjá Runavíkar kommunu at bjóða hetta arbeiði út uttan atlit til føroysk viðurskiftir.

Tað, sum í tíðindaskrivinum verður nevnt “blokadan hjá Ráðgevarafelagnum”, er ikki annað enn, at ein samd føroysk ráðgevaravinna ikki ynskti at kappast undir slíkum treytum, har Runavíkar kommuna – fult vitandi – legði upp til, at ráðgevarafyritøkurnar og  entreprenørarnir uttan hóskandi samsýning skuldu átaka sær kostnaðin av at menna verkætlanina, tí ætlaða samsýningin fyri hetta langt frá  fór at dekka faktisku útreiðslurnar, sum hesir komu at hava.

Ráðgevarafelagið stendur tí framvegis við síni sjónarmið um hetta mál, sum tá vóru upplýst Runavíkar kommunu.

Vegna Ráðgevarafelagið
Klæmint Eliasen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo