Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15, skipa Løgmansskrivstovan, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið fyri Ráðstevnu um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.

Á ráðstevnuni verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:

  • Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
  • Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleika?

Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini, úr ymiskum sjónarhornum, og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.

Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík, og luttøka er ókeypis. Tað er tó neyðugt at melda til, við at senda ein teldupost til jennyt(at)tinganes.fo

Les alla skránna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo