Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat tað verða sagt beinanvegin at eg ætli mær Ikki út í nakað kjak í Fjølmiðlunum um Alex Vilhelm og hansara virkið, men í grein her á VP skuldsetur hann meg fyri at hava sagt nakað ið eg IKKI havi sagt.

Á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum hevði eg nakrar viðmerkingar/spurningar til tingmanningina/landstýrisfókini hjá flokkinum. Eg segði at eg ætlaði mær at tosa um fiskiskipanina, um tryggar karmar og nýggjan av fiskiflotanum, men tað støðgaði skjótt, tí eg fann útav, at ein krambúðarkallur í Vági kundi liggja á sofuni og fiska 1500 tons av makreli í fleiri ár tá leyp ketan av (eg segði ikki sølu av kvotun) sum Alex sigur í greinini.

Eg segði heldur ikki, at hann hevði broti lógina.

So skrivar hann eisini, saman við teirra advokati, at tað er ærumeiðing at blíva nevndur krambúðarkallur (eg nevndi ongantíð í míni viðmerking navni Alex Vilhelm) men um eg hyggi í Sprotan, so er krambúðarkallur ein ið útflýggjar vørur, løgi skal tað verða, um hann ikki gerð tað, hann sigur jú, at hann er keypmaður.

Eg ætli mær ikki at viðmerkja nakað um ættartalvuna hjá honum í greinini.

Men eg vil ikki verða lagdur undir at hava sagt nakað ið eg ikki havi sagt.

Hans Højgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo