Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við lógaruppskotið, ið liggur í Løgtinginum um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini, vilja vit við hesum skrivi vísa á okkara stuðul til Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, ið alment hevur váttað at stuðla uppskotinum.

Eitt uppskot, ið tryggjar samkyndum javnbjóðis rættindi til familjulív saman við sínum børnum umvegis barsilsskipanina.

Vit meta, eins og Johan Dahl skrivar í sínum viðmerkingum, at vit í Føroyum hava eitt sera fjølbroytt og samansett samfelag. Tað er í tráð við kjarnuvirði Sambandsfloksins, at vit í Føroyum ynskja eitt samfelag fyri øll og eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast.

Tað skal vera rúm fyri øllum - eisini samkyndum foreldrum við børnum - og tað samsvarar eisini best við altjóða skyldur Føroya á mannarættindaøkinum, nevniliga at tryggja ímóti diskriminatión í mun til rættin til familjulív umvegis eitt nú barsilsskipanina.

Í 2017 varð hjúnabandslógin samtykt, og við hesari broyting er vanligur siður, at fylgilógir eisini verða broyttar samsvarandi. Vit síggja málið sum ein avgreiðsluspurning.

Hetta ítøkiliga málið er blivið gjørt til eitt etiskt mál, har tað altíð hevur staðið tinglimum úr flestu flokkum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring - eisini í Sambandsflokkinum.

Eitt av kjarnuvirðunum í Sambandsflokkinum er eitt frælst samfelag fyri øll, har øll eru líka fyri lógini. Tískil vilja vit við hesum skrivi - sum limir í Sambandsflokkinum - vísa okkara stuðul til støðutakanina hjá Johan Dahl í hesum so týðandi og prinsipiella máli.

Við hesum strika vit samstundis undir, at tað skal standa tinglimum úr Sambandsflokkinum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring í etiskum málum.

Vegna undirritaðu limum í Sambandsflokkinum
Allan Skaalum
Anja Haldansen
Anna Falkenberg
Anna-Mari Nielsen
Árni Guldborg Nielsen
Beate Lindenskov Samuelsen
Bent J. Hansen
Birgir Ferjá Heldarskarð
Eivin Helgi Jacobsen
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum
Eyðdis Hartmann Niclasen
Eydna Gleðisheygg
Gitte Klein
Hans Hjørleivur Magnussen
Harriet Høgnesen
Ingi Mittún
Jákup Sverri Kass
Jógvan Jensen
Linnéa L. Petersen
Magdalena Mørk
Magnus Herdalur
Magnus Reinert Hansen
Niels Nattestad
Olivia Kruse
Petur Ellefsen
Petur Frank Jákupsson Holm
Petur Hansen
Petur Weihe
Petrina Berg á Lag
Sofus Hansen
Sunrid Traðará
Thordis Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo