Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Barnabati fegnast stórliga um, at eitt samt løgting samtykti foreldramyndugleikalógina.

Lógin tekur støði í barnsins besta og við nýggju lógini verða rættindi hjá barninum tryggjaði og styrkt.

Tryggjað verður, at allar avgerðir verða tiknar við atliti at barnsins besta, og at fyrilit skal takast fyri sjónarmiðunum hjá barninum.

M.a. varð rætturin til hjásiting staðfestur, nakað, sum Barnabati leingi hevur verið fortalari fyri, hetta at barnið hevur rætt til sín egna óhefta hjásitara, tá barnið kemur í samband við almennar myndugleikar.

Hjásitingin tryggjar rættin hjá barninum at verða hoyrt og at gerast ein virkin persónur í egnum máli.

Børn og ung eiga at hava møguleika at hava virknan leiklut í øllum málum, ið viðkemur teimum. Fakliga hjásitingin kann tryggja barninum júst tað.

Hjásitarin lurtar og tekur barnið í álvara og skapar tryggleika í einari støðu, sum vanliga kann gerast sera fløkjaslig fyri barnið.

Hjásitingin kann hjálpa barninum við at seta orð á egnu viðurskifti og hjálpa teinum at koma meira til orðanna, umframt at veita hjálp í samband við klagur, lesa skjøl og fyrireika ætlanir um, hvussu arbeitt verður víðari í viðgerðini.

Rætturin hjá børnum og ungum at vera hoyrd, er staðfestur í ST lóggávuni, tí er Barnabati ómetaliga fegin um, at rætturin til óhefta hjásiting loksins er staðfestur.

Barnabati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo