Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Alt ímeðan tað er úr at gera á deildum sum fáast við at hjálpa korona sjúkum fólki, er tað munandi meira friðarligt á øðrum deildum á sjúkrahúsunum í Danmark.

 

Kristeligt Dagblad hevur spurt seg fyri, og har er rákið týðuligt: Talið á teimum, sum hava ávísing frá kommunulækna til kardiolog (hjartasjúkur) er minkað 39% og talið á teimum sum skuldu til kanningar fyri onkra krabbasjúku er minkað við 18%. Hetta er í Norðurjútlandi, men eisini í øðrum regiónum, sum blaðið hevur tosað við, er stór minking.

 

Gunnar Gislason, hjartalækni og granskingarstjóri í danska Hjartafelagnum, heldur, at orsøkin man vera, at fólk aftra seg tí tey eru bangin fyri smittu ella tí tey ikki vilja liggja heilsuverkinum til last, sum støðan er.

 

Eisini í Føroyum hava tey merkt ein minni aktivitet. Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, segði herfyri, at kommunulæknarnir í Føroyum merkja ein minni aktivitet enn vanligt. Og hjá Krabbameinsfelagnum siga tey í morgun, at har er eisini rákið týðuligt.

 

- Vit eru her, men telefonin ringir ikki sum hon plagar, siga tey á Krabbameinsfelagnum, tá VP í morgun ringir fyri at fregnast.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo