Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókin Loftar tú mær?, sum Rakel Helmsdal bæði hevur skrivað og evnað myndir til, er í uppskoti til ta stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020. Saman við 14 øðrum verkum úr øllum Norðurlondum er henda bókin vald, tí hon verður mett at hava serliga skaldsliga og listaliga dygd. Hetta kunngjørdi Norðurlandaráðið fyri løtu síðan, og í grundgevingini sigur dómsnevndin m.a. soleiðis:

 

“Rakel Helmsdal setir í myndabókini Loftar tú mær? orð og myndir á eitt evni, sum tað kann vera trupult at tosa um. Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum – ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. Júst samspælið millum tekst og orð gevur frásøgnini eina serliga dýpd og bjóðar bæði barninum og tí vaksna lesaranum av. Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari.”

 

Forlagið Bókadeildin fegnast um, at bókin í ár er í uppskoti til tvær stórar norðurlendskar virðislønir, ta hjá Útnorðurráðnum og nú eisini til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

 

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í november.

 

Sí yvirlit her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo