Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hugnaløta var nú seinnapartin á Ellisheiminum í sambandi við, at Rannvá Jakobsen helt 25 ára starvsdag. Hóast hon hevur rokkið pensjónsaldri, so heldur hon fram í starvinum.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu fyri Rannvu, at henni var sagt, at eingin dugir sum hon at fáa stemning í á Ellisheiminum og at leiða bæði húsfólk og starvsfólk í sangi.

- Um hetta er viðføtt, og harvið arvur úr Lorvík, ella um tú hevur tilognað tær hesi evni við at gifta teg inn í Føroya kanska mest musikalsku familju, skulu vit lata vera ósagt. Úrslitið er líka gott fyri tað.

- Tú ert lorvíkingur við bankaútbúgving, ið sum ung giftist við yngsta beiggjanum av systkjunum á Kamarinum, Jákupi.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo