At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vónandi bera fólk yvir við mær, nú eg endurtaki tað, sum eg fyrr havi sagt á prenti:

Orðið at privatisera er runnið úr latíni – privare – og merkir at taka okkurt ella at ræna okkurt.

Seinastu vikurnar hava vit hoyrt um, at sitandi stýri m.a. ætlar at einskilja “Bústaðir”, sum er alment bústaðarfelag. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur valt stýrið.

Sjálvsagt gongur Fólkaflokkurin á odda, tá ið ræður um at luta fólksins ognir út til tey fáu. Tað hevur hann altíð gjørt.

Í hesum flokki savnast serfrøðingarnir, sum siga seg hata tað almenna, samstundis sum teir lirka tjúkkar slangur niður í almennar kassar at súgva og súgva og býta so út – at vísa seg til vinir og kenningar.

Hetta er galdandi innan sjóvinnu, bankavinnu, flutningsvinnu/samskiftisvinnu og nú eisini innan orkuvinnu og byggivinnu.

Hesin flokkurin hatar samhaldsfesti og arbeiðir bókstavatrúgvur eftir bíbliuorðunum:

Matteus 13,12: “Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur”.

Sjálvsagt eru hesi bíbliuorð tikin úr serstøkum høpi og fáa ikki staðið einsamøll. Hetta vita bíbliukøn at greiða frá, men heykarnir í Fólkaflokkinum blúgvast ikki við at tulka tey, sum teimum hóvar best.

Tað vistu vit frammanundan, men tað, sum vit kunnu harmast mest um, er hetta:

Sum skinklandi rossleypur stendur løgmansflokkurin. Sambandsflokkurin tigur og eygleiðir ránið.

Og Miðflokkurin, ið sigur seg byggja á kristin virðir, rópar “Halleluja”, meðan rænt verður.

Árni Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo