Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 hevur eftirskúlin Rásin í Saltangará opið hús. Umsóknarfreistin til skúlan er hálvan mars, og til ber at velja millum 13 ymsar breytir á skúlanum.

Rásin hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna síni tilboð, og bjóðar nú ikki færri enn 13 ymsar breytir at velja millum. Talan er millum annað um starvslærubreyt, rørslubreyt, køksbreyt, reingerðarbreyt, handalig breyt, teldubreyt, námsferðarbreyt og lívfrøðisbreyt.

Rásin er ein eftirskúli fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Næmingarnir búgva á skúlanum. Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívi. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar.

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 er høvi hjá áhugaðum at vitja eftirskúlan, síggja umstøðurnar og hoyra um tey mongu tilboðini á skúlanum. Meir kann lesast um skúlan á www.rasin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo