Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Seinastu tvey skúlaárini hevur Skúlin á Fløtum brotið upp úr nýggjum við einum sergjørdum skúlatilboði. Næmingunum í 8. og 9. flokki standa í boði at velja ímillum tvær ymsar rásir, almannarás og ítróttarrás. Tilmeldingarfreistin fyri skúlaárið 2020/2021 verður fyrsta dagin, og í hesum sambandi hevur Skúlablaðið hitt skúlastjóran í skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson, til eitt prát um hetta serliga skúlatilboðið.

Komandi skúlaár verður triðja árið við teimum báðum rásunum, ið eru partur av einari royndarverkætlan.

- Vit hava fimm flokkar í hvørjum árgangi í 8. og 9. flokki. Vit hava ynskt at skipað skúlatilboðið  øðrvísi og hava arbeitt við hesum í longri tíð. Almannarás líkist rættiliga nógv tí vanliga tilboðnum í 8. og 9. flokki, men rásin inniheldur eisini ymiskt eyka. Fleiri valfak verða boðin út enn vanligt, og næmingarnir verða eisini býttir eftir førleikum í føroyskum, enskum og støddfrøði.

- Við ítróttarrásini hava vit lagt dent á at vera sterk um fyrst eina og síðani tvær ítróttagreinar. Tað byrjaði við fótbóltsflokkinum, og vit hava síðani víðkað tilboðið til eisini at fevna um eina rás. Hetta ger, at nú eru tvey ítróttatilboð, bæði hondbóltur og fótbóltur, sigur Regin Marnersson.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo