Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

AMNESTY MEINAR: Fríggjadagin kemur uppskot um dagføringar í rættargangslógini til 1. viðgerð í Føroyar Løgtingi. Hesum hevur AMNESTY sóknast eftir í nógv ár, og tí fegnast vit um, at arbeiðið nú er so mikið áliðið.

Felagsskapurin vil nýta høvi at seta spurnatekin við, um dagføringarnar í samband við varðhaldsfongsling og avbyrging føra til nøktandi broytingar, um eingi krøv um alment atkomandi tøl fylgja við. AMNESTY vónar, at myndugleikarnir fara at síggja til, at so verður, nú rættarganslógin verður dagførd. Eisini vil felagsskapurin nýta høvi at vísa á, at umstøðurnar í varðhaldinum er orsøk til at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu eitt varðhald og eitt fongsul í Føroyum.

Tað er gott og neyðugt, at rættargangslógin nú verður dagførd. Talan er um nógvar broytingar. Amnesty hevur serliga hugt at broytingunum, sum hava við drúgva varðhaldsfongsling og avbyrging í varðhaldinum at gera.

Varðhaldsfongslað eru undir stórum trýsti, og nógv teirra stríðast við sálarligar trupulleikar. Tey hava avmarkaða atgongd at sosialari samveru og fáar virkismøguleikar við innihaldi at velja í. Tey liva tí undir ógvuliga truplum umstøðum, hóast tey ikki eru dømd fyri nakað.

Eisini eru tølini fyri avbyrgingar í varðhaldinum alarmerandi, hóast vit vita, at summi eftir bara heilt fáum døgum kunnu fáa varandi sálarligt mein av at sita avbyrgd.

Altjóða mannarættindi
Í ST-heimsyvirlýsingini frá 1948 verður staðfest, at “eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjansliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður”. Nógvar aðrar altjóða samtyktir staðfesta hetta sama, eitt nú tann evropeiski mannarættindasáttmálin, ST-sáttmálin um borgarlig og politisk rættindi og sáttmálin móti píning og aðrar grimari, ómenniskjansligari ella niðrandi viðferð ella revsing. Hetta eru ásetingar, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja. Tað er tó ivasamt, um vit lúka hesar ásetingarnar í øllum viðurskiftum. Serliga nýtslan av varðhaldsfongsling og avbyrging er viðkomandi at hava í huga.

Í sambandi við uppskotið um at dagføra rættargangslógina sendi Amnesty International Føroyar landsstýrinum eitt hoyringarskriv við yvirskipaðum viðmerkingum. Í hoyringsskrivinum setur felagsskapurin spurnatekin við, um dagføringin av rættargangslógini fer at hava nøktandi broytingar við sær, um eingi krøv um alment atkomandi tøl fyri varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í varðhaldinum fylgja við. Amnesty vísir somuleiðis á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum.

Varðhaldsfongsling
Amnesty fegnast um, at krøvini fyri at varðhaldsfongsla á summum økjum verða herd, soleiðis at tey samsvara við donsku lógina. Men sammmet við onnur Norðurlond er Danmark eingin fyrimynd, tá ið um varðhaldsfongsling ræður. Danmark liggur nevniliga á odda við flestum varðhaldsfongslingum. Í 2012 vóru 33 % av øllum innsettum varðhaldsfongslað móti 25 % í Noregi og Svøríki. Í Finnlandi vóru tey 19 % og í Íslandi 12 %.

Í hesum sambandi er viðkomandi at meta um fyrimunir og vansar við at víðka um reglurnar fyri rættarverjuvarðhaldsfongsling, sum uppskotið annars leggur upp til í samband við ávíst brotsverk.

Avbyrging
Hyggja vit nærri at tølunum fyri avbyrging í varðhaldi í Danmark, síggja vit greitt, at tølini eru heilt nógv minkað síðan 2001, tá ið broytingar vórðu gjørdar í donsku lógini. Havast má í huga, at talan ikki bara var um eina lógarbroyting, tí lunnar vórðu samstundis lagdir undir eina grundleggjandi hugburðsbroyting.

Serliga áhugavert er tað, at ríkisákærin í eini árligari frágreiðing almannakunnger tølini fyri langar varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í Danmark. Tølini benda á eitt sokallað paradigmuskifti eftir lutfalsliga stuttari tíð. Talið fyri avbyrgingar í varðhaldinum er minkað úr 553 avbyrgingum í 2001 niður í 17 avbyrgingar í 2017. Tað er ein minking upp á meira enn 90 %.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo