Næstu mánaðirnar ber til at leita sær løgfrøðiliga hjálp á bókasavninum í miðbýnum. Ein mikudag um mánaðin kl. 16-18 verður løgfrøðingur at hitta á 4. hædd.
Rættarhjálp verður á bókasavninum mikudagarnar 21. september, 19. oktober, 16. november og 14. desember 2016.
Týsdagar og hósdagar er Rættarhjálpin í hølunum í Kristnastovu úti á Reyni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo