Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í bókmentasøgu um føroyskar rithøvundar "Færøsk Litteraturs", ið Jógvan Isaksen gevur út í tveimum bindum á donskum, og sum stutt er ummælt í Dimmalætting hin 15.september, verður sagt frá, at rithøvundurin og reiðarin Richard B. Thomsen á Tvøroyri setti seg at skriva skaldsøgur fyri at bjarga virkinum, tí illa gekk undir krígnum.

Hesa útsøgn hjá Jógvan Isaksen havi eg kannað nærri, og uttan at finna nakað skjalafest, at Richard í 1944 byrjaði at skriva skaldsøgur vegna vánaligar búskaparligar umstøður.

Richard og beiggjarnir Tummas og Herluf tóku yvir fyritøkuna T. F. Thomsen A/S tá pápin Hans Georg Thomsen andaðist í 1911, og í 1927 byrjaði Richard egið virkið nevnt Richard B.Thomsen A/S. Hann var longu væl innan tað undangongumaður í vinnulívinum á Tvøroyri og við til at stovna Tveraa Fiskeriselskab A/S, ið átti trolararnar Nýpan, Grímur Kamban og Magnus Heinason. Tey ringu 1920´uni vóru trupul sum hjá øðrum vinnulívsmonnum og flestu góvust í hesum vinnuhátti. Men íðin sum han var, fór hann við nýstovnaða virkinum at handla við timbri, sementi, brenniovnum og kolkomfýrum, og eisini keypti hann fisk, ið varð turkaður á Krambatanga. Og somuleiðis keypti og seldi hann kol, ið varð frakta kring oyggjarnar.

Eftir at hava lisið part av brævasamskifti og roknskaparskjølum í byrjan av 1940´unum og tíðarskeiðið har fyrsta skaldsøgan Blámannavík kom út í 1944 og fram til miðskeiðis 1950´ini, er einki sum bendir á at Richard byrjaði skaldskap orsaka tvørrandi búskaparligar umstøður í fyritøkuni.

Nógva brævasamskiftið við Richard Long og Einar Joensen, ið vóru hollir stuðlar til fyrstu skaldsøguna, gevur onga ábending at nakar búskapar- ella fíggjarlig viðurskifti vóru vánalig, og at tað soleiðis á ongan hátt var orsøkin til at hann fór undir at skriva skaldsøgur.

Kreppuárini vóru í 1920- og 1930´unum og er tað eisini eftir hesa tíð, at hugurin at skriva tekur seg upp - við íblástri frá tí fyritakssemið og íðandi lívi, ið tá var á Tvøroyri - og teim upplivingum og lærdómi hann hevði ogna sær í handilsútbúgving og máli í Onglandi, Týsklandi og USA.

Richard fíggjaði sjálvur allar bókaútgávurnar. Ikki var talan um smávegis upphæddir, og hevði hann eisini rættuliga stóran vinning við metsølum á danska bókamarknaðinum, just sum fleiri bøkur eisini vóru týddar til norskt, íslendskt og enskt mál.

Inntøkan var so mikið góð, at hann og sonurin Henning í 1954 kundu leggja kontant gjald inn til Føroya Banka á fleiri hundrað túsund krónur fyri "Arbejdernes Trawlerdrift" - annað falittbúgvið hjá javnaðarmonnum. Og sama ár kom 9-inda skaldsøgan "Drømme der brast" út í handlarnar.

Setast kann ein einfaldur spurningur til bókmentafrøðingin Jógvan Isaksen, um tað letur seg gera ella er sannlíkt, at ein illa sperdur maður við búskaparligum hóttafalli kann seta seg niður og skriva megnar skaldsøgu fyri og aðra eftir - við inkassobrøvum í skuffuni?

Nei, lítið sannlíkt er at nakar rithøvundur kann fáa hugflog og lata tankar flúgva, um ikki hann kennir á sær góðar løtur og kann sita í friði og náðum við penninum.

Eg eri spurdur at lata skjalatilfarið eftir abba mín til ávísar persónar, ið hava víst áhuga, og hevði í ætlan at lata tilfarið - men varð í síðstu løtu steðgaður av góðum vinmanni, at tað átti eg at ansa mær fyri - sum ræðandi dømi, ið síggjast í øðrum frasøgnum t.d. "Fiskafólk", "Fylking" o.ø. ritum, at størri dentur verður lagdur á seta niður á vinnulívsmenn, heldur enn at lýsa teir sum undgongumenn, ið løgdu lunnar undir stórt fyritakssemi.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo