Ein serliga ráur og ómotiveraður tilburður av harðskapi sum var í náttarlívinum í Havn um vikuskiftið setir sín dám á politirapportina.
Hendingin fór fram um 3 tíðina í Steinatúni náttina ímillum fríggjadag og leygardag. Ein maður, sum ikki var í eini slíkari støðu at hann fekk vart seg, varð álopin av trimum fólkum sum sparkaðu og slerdu liggjandi mannin, millum annað í andlitið.
Nøkur fólk sóu tilburðin, og hava greitt politinum frá tí sum tey vita, men politiið vil fegin frætta meira frá øðrum, sum møguliga hava sæð hendingina. Politiið hevur telefon 351448.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo