Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Leygardagin var 2. kurvabóltsfinala hjá monnum leikt í Hoyvíkshøllini.

Talan var um ein spennandi dyst fram til hálvleik, har liðini vóru sera jøvn og ringt var at meta um, hvør fór at vinna. Hálvleiksstøðan var 30-25 til Ravn.

Í triðja fjórðingi sá alt út til at rigga hjá Ravni, ið skoraðu 25 stig, ímeðan einki riggaði hjá Sporðdrekanum. 

Dysturin endaði 63-38 til Ravn.

Toppskorari hjá Ravni var Bjarni W. Zachariasen við 18 stigum og toppskorari hjá Sporðdrekanum var Magnus Jakobsen við 8 stigum.

Aftaná dystin handaði Tróndur Sigurðsson steypið.

Eisini varð besti leikari valdur og var hetta Bjarni W. Zachariasen frá Ravni. Somuleiðis bleiv Magnus Jakobsen kosin sum ársins leikari 2017. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo