Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: 30. mars kemur "Rebellurin" Ole Sørensen, til Føroya. Hann heldur almennan fyrilestur um kvøldið 30. mars kl. 19-21.00 í Miðhøll á Skúlatrøð, í Klaksvík, almennan fyrilestur 31. mars í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn kl. 19-21.00 og 1. apríl á Læraskúlanum í Tórshavn kl. 10-12.00 til fyrilestur fyri fakfólki.

Tú kennir hann sikkurt frá DR sendingini "Rebellen fra Langeland", tann langhærdi fýrurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari í sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum økinum. Sloganið hjá "Rebellinum" er, at síggja menniskja framum diagnosuna - at relatiónin millum fólk er tydningarmiklari enn sjúkan í sjálvum sær.

Hann eitur Ole Sørensen, og hann praktiserar tað fólk rópa fyri "ósiðbundnar viðgerðarhættir" í sini tilgongd til borgarar, sum hann arbeiðir við. Hann hevur millum annað tikið menn við sinnisóregvi við á kanotúr í Svøriki, latið ein borgara búgva í telt í havanum á viðgerðarheiminum í Langeland, tí har ikki var pláss inni, og tikið alkoholikarar við til Týsklands at keypa bílliga øl. Meðan nógv hava givið honum rós fyri sína tilgongd, sum sær út til at rigga, so halda nøkur eisini at tilgongdin er ov kontroversiel. Sjálvur sigur hann, at tað gongur út uppá at uppbyggja sosialpsykiatriina til brúkarans besta.

Ole er millum annað kendur fyri at arbeiða eftir modellinum "ASF", sum stendur fyri Almindelig Sund Fornuft. Hann meinar, at tað er fínt við professionellum og almennum skipanum rundan um borgaran, men tær røkka ikki langt uttan so, at ein innanfyri rímilig mørk, er pragmatiskur og til reiðar at lurta eftir hvat borgarin hevur at siga um sína støðu, og síðani taka útgangsstøði harífrá.

Lyklaorðini fyri fyrilestrarnar eru: Brúkaraávirkan, tvørfakligheit, samstarv við allar skipanir, lobbyisma, útdelegera leiðslu, skeivir vinklar, provokera skipanina og borgaraskapur.

Les meira á heimasíðuna hjá Sinnisbata: www.sinnisbati.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo