Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var eitt privat átak.

Fleiri familjur, eini 20 fólk tilsamans, sum vóru flýddar undan krígnum í fyrrverandi Jugoslavia mitt í nítiárunum, vóru komnar til Danmarkar, men høvdu trupult við at fáa loyvi at festa búgv har. Tá bleiv skotið upp, at fólkini kundu koma til Føroya, og so bleiv.

Regin Jacobsen spældi saman við familju síni ein leiklut í tí sum hendi, hann var millum annað við til at skaffa fólkunum arbeiði, og í tiltaki, sum Nám í dag skipaði fyri saman við Skúlanum við Streymin, greiddi Regin frá hesum.

Fólkini eru í dag føroyingar og liva og virka her ímillum okkum uttan trupulleikar.

Spurdur um hann kundi funnið uppá at gjørt tað sama aftur segði Regin Jacobsen, at tað kundi hann væl.

Regin Jacobsen helt eisini, at almennu Føroyar kundu verið meira proaktivar við at hjálpa flóttarfólki.

- Vit eru smá og kunnu ikki hjálpa øllum, men vit kunnu hjálpa nøkrum, og fyri tey sum vit hjálpa hevur tað alt í verðini at siga, segði Regin Jacobsen millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo