Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Kommunufelagið: Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Kommunufelagið eru vorðin samd um leist, sum skal minka um ampa av óljóði frá skipum við bryggju í føroyskum havnum.

Ætlanin er, at einstøku kommunurnar samtykkja eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir. Reglugerðin er gjørd í samstarvi millum kommunurnar og í samráði við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Í einari royndartíð fram til 1. november 2021 er ætlanin, at myndugleikarnir við regluligum ljóðmátingum finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við.

Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið hava møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar.

Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.

Vísa ljóðmátingar tá brot á ásettu markvirðini, fær viðkomandi skip boð frá havnini um at broyta raksturin og fáa viðurskiftini í rættlag. Fæst ljóðstigið ikki niður á ásett markvirði beinanvegin, skulu havnirnar nokta fyri at taka ímóti skipinum um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan eina nærri ásetta freist.

Kunnandi fundir hava verið við umboð fyri vinnuna og fyri felagsskapin Heimafrið. Hesi hava sum heild tikið væl ímóti teirri ætlan, sum fyriliggur.

Flestu størru havnirnar við vinnuligum virksemi hava bílagt sær útgerð at gera mátingar við, og innanfyri stutta tíð verða gjørdar regluligar ljóðmátingar í føroyskum havnum.

Við hesum vóna partarnir at hava fingið ein loysn, sum er til gagns fyri borgararnar samstundis sum vinna og myndugleikar hava greiðar reglur at halda seg til.

Reglugerðin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo