Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri enn 15 ár havt ein politikk galdandi í sambandi við kynsligan ágang á arbeiðsplássinum.

Í endamálsorðingini verður sagt, at Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at starvsfólk eru fyri kynsligum ágangi, hvørki av leiðslu ella av øðrum starvsfólkum. Kommunan ynskir at fyribyrgja kynsligan ágang og grípa inn, tá ið kynsligur ágangur fer fram. Tórshavnar kommuna ynskir, at arbeiðspláss hava eina reiðskapsætlan, tá ið kynsligur ágangur fer fram.

Allýsing
Kynsligur ágangur er eitt arbeiðsrættarligt hugtak, sum ikki kann lýsast við einum týdningi. Kynsligur ágangur kann tó lýsast sum kynslig nærkan uttan samtykki. Tað kann vera óynskt atferð við kynsligum eyðkenni kropsliga ella munnliga, sum særir virðingina hjá kvinnum og monnum á arbeiðsplássinum.

Kynsligur ágangur kann bæði vera kropsligur og sálarligur. Dømi um kropsligan ágang kunnu vera klapp, klemm ella beinleiðis kropsligur ágangur. Dømi um sálarligan ágang kunnu vera ábendingar við kynsligum undirtónum, t.d. fúlar søgur. Myndatilfar kann eisini vera kynsligur ágangur.

Fyri at talan skal vera um kynsligan ágang, skal tann, sum fremur ágangin, hava vald á offrinum. Ofta vísir tað seg, at kynsligur ágangur snýr seg um at útinna vald heldur enn at uppnáa kynsligt nøgdsemi.

Tilbúgving
Upplivir starvsfólk ella leiðari, at kynsligur ágangur fer fram, eigur starvsfólkið at venda sær til viðkomandi leiðara, og skal leiðarin taka málið í álvara. Leiðarin skal hoyra sjónarmiðini hjá starvsfólkinum, sum er úti fyri áganginum, hjá tí, sum fremur ágangin og hjá eygnavitnum/øðrum starvsfólkum.

Mælt verður til at nýta álitisfólk/trygdarumboð sum hjásitara. Tak ikki ov skjótar avgerðir, men sum leiðari set teg væl inn í viðurskiftini og hoyr allar viðkomandi partar. Sum leiðari kanst tú eisini fáa hjálp og ráðgeving frá starvsfólkadeildini í Tórshavnar kommunu.

Er leiðarin ein partur av trupulleikanum, kunnu starvsfólk venda sær til starvsfólkadeildina og/ella álitisfólk/trygdarumboð.

Hesin politikkurin varð samtyktur 18. oktober 2006.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo