Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag verður okkurt æli fyrrapartin, men annars mest sól, hitin um 9 stig, vindurin 3-5 ms av ymsum ættum

Í morgin kemur hann av útnyrðingi, sólglottar, 3-8 ms, og mest turt.

Týsdagin frískar hann vindin lágt, 12-17 ms, sum frálíður vesturætt og minni vindur, hitin 9 stig og okkurt æli mitt á degnum.

Mikudagin verður mestsum logn, bert ein ond av vestri, hitin um 10 stig, móti kvøldi regn

Hósdagin norðan, 8-10 ms, sólglottar og hitin um 8 stig.

Fríggjadagin millum útnyrðing og útsynning, samdrigið og hitin 7-8 stig.

Næsta vikuskifti verður merkt av ælaveðri, hita ímillum 8 og 10 stig og nakað av vindi leygardagin men mestsum stilli sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo