Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir metárið 2019, tá 10,7 mió kr lógu eftir til eigararnar, var úrslitið í fjør nærum onki at tosa um, tí 'einans' 600 tkr lógu eftir hjá Partafelagnum Faroe Marine Products ella Høvdavirkinum, sum tað eisini verður nevnt, í Leirvík.

Leiðslan er ikki nøgd.

- Eftir at atgongdin til høvuðsmarknað felagsins, Nigeria, hevur verið torfør nøkur ár, er gongd aftur komin á og byrjaði 2020 eisini væl. Tó broyttist støðan av korona. Tað gjørdist trupult at fáa rávøru og at flyta bingjur til Nigeria er munandi truplari og eisini dýrari, samstundis sum søluprísurin hevur verið fallandi. Gongdin sær tó út til at batna í 2021 og prísirnir aftur fara at hækka. Samstundis, sum verandi virksemi heldur fram, eru ítøkiligar ætlanir um at framleiða nýggjar vørur og at troyta nýggjar marknaðir. Hetta virksemið er spakuliga komi í gongd í 2020 og verður hildi fram i 2021 at uppbyggja nýggjar marknaðir. Rakstrar- og gjaldførisætlanirnar fyri 2021 geva avlop. Tøki peningurin er í 2020 lækkaður við 1.073 t.kr., frá 1.432 t.kr. til 359 t.kr., verður sagt í frágreiðingini.

Høvdavirkið er tó toluliga væl fyri, við eini eginogn uppá 22,5 mió kr og eini fíggjarstøðu sum javnvigar við 105,8 mió kr. Men rentuberandi skuldin er nærum 60 mió kr, og fíggjarligu útreiðslurnar í fjør vóru heilar 4,3 mió kr í mun til 2,5 mió kr árið fyri.

Eirikur á Húsamørk er stjóri í Faroe Marine Products.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo